Televarpið

Ofta spurdir spurningar

Hvussu fái eg Televarp?

Um tú vilt hava Televarp ber til at fara inn á eitt av sølustøðunum kring landið og velja tær tað hald, sum hóskar best. Trýst her fyri at koma til sølustøð


Haldið: Fyri at fáa Televarp mást tú hava samleikaprógv við. Koyrikort ella pass eru best. Skrásetingin verður framd á staðnum. Fyri at fáa Televarp skal gjaldsavtala stovnast umvegis GS. Tá skrásetingin á netinum er framd verður sáttmáli skrivaður út í 3 eintøkum. Ein til tín, ein til sølustaðið, og ein til Televarpið.


Móttakarin: Móttakaran kanst tú keypa á sølustaðnum. Við í keypinum er fjarstýring, battarí og 230 v kaðal (streymkaðal).

Hvussu nógv kostar tað at hava Televarp?

Televarpið kann bjóða fýra ymisk hald umframt ein ískoytispakka.

Haldini eru:

Gult hald, les meira her

Blátt hald, les meira her

Reytt hald, les meira her

Ælabogi,  les meira her
 

Umframt tey fýra haldini kunnu vit bjóða ein eykapakka:

Viasat Film pakki,  les meira her
 

Umframt mánaðarliga pakkagjaldið er kortleiga upp á kr. 230,- ið verður lagt afturat 1. mánaðargjaldinum og eftir tað 6. hvønn mánað.

Hvør útgerð krevst heima?

Fyri at síggja Televarpið krevst ein vanlig UHF útiantenna, sum kann taka rás 21 til 69. Antennan skal peika so beint sum gjørligt móti Televarpssendaranum í økinum, har tú býr. Sýnið til sendaran skal sjálvsagt eisini vera so frítt sum til ber. Sí yvirlit yvir sendistøðir her


Inniantenna v/forstyrkjara kann í summum førum nýtast, men Televarpið mælir til at nýta útiantennu. Afturat tí, at inniantenna ikki gevur eins sterkt og reint signal til móttakara/sjónvarp, sum útiantenna, so órógvast hon eisini av ymsum signalum í rúminum, t.d. fartelefonsignali.

Hvat um allar rásirnar ikki eru at síggja á listanum?

Um tú ikki sært allar rásirnar á listanum, kann tað vera, tí trupulleikar eru við tínari antennu ella innstillingum. Kanna signalstyrkina. Er hon umleið 80 %, kanst tú lesa rásirnar inn av nýggjum. Kanna fyrst, hvørjar rásir eru burtur.


Rásyvirlitið sæst her. Um rásirnar, sum er burtur, liggja á sama frekvensi, kann ein frekvensur vera óvirkin. Ring tá til Televarpi á 340 340 fyri at fáa nærri kunning.
 

Tá móttakarin skal innlesast av nýggjum, er framferðahátturin hesin við Force 320T:

Móttakarin skal verða tendraður. Trýst á "MENU"

Vel "Indstil", trýst OK.

Vel "System", trýst OK.

Vel "Nulstil modtager", trýst OK.

Vel "Nulstil", trýst OK.

Bída eitt bil,

Vel "Dansk", trýst OK.

Trýst fyrst OK, vel "Færøerne" og síðani "Anvend".

Móttakarin lesur síðani rásirnar inn sjálvur. Bíða eitt bil og trýst síðani OK.

Móttakarin stillar klokkuna og so er liðugt.

Hví mangla nakrar rásir í móttakara mínum?

Ein frágreiðing kann verða at tín móttakari ikki hevur nóg gott antennusignal. Sí spurning um antennusignal. Hetta kann hava við sær, at tá rásirnar verða lisnar inn í móttakaran, koma ikki allar rásirnar inn.

Signal styrkin varierar, alt eftir hvat slag av móttakara kundin hevur. Sí hvat er gott antennusignal.

Sí longur niðri, hvussu tú kannar antennusignalið

Sí longur niðri, hvat er gott antennusignal

Hví havi eg goldið meira enn vanliga mánaðargjaldið henda mánaðin?

Orsøkin til hetta kann vera, at hálvárliga kortleigan áljóðandi 230 kr er skuldskrivað henda mánaðin.

Hevur tú Ælaboga pakkan, 349 kr:

349 kr + 230 kr = 579 kr (678 kr við Viasat Film)

Hevur tú Reyða pakkan, 317 kr:

317 kr + 230 kr = 547 kr (646 kr við Viasat Film)

Hevur tú Bláa pakkan, 239 kr:

239 kr + 230 kr = 469 kr (568 kr við Viasat Film)

Hevur tú Gula pakkan, 197 kr:

197 kr + 230 kr  = 427 kr (526 kr við Viasat Film)

 

Um ikki hetta er orsøkin, so ert tú vælkomin at ringja til Televarpið á telefon 340 340.

Eg eri flutt/ur og havi sett Televarpsmóttakaran til aftur, men nú stendur "Intet signal" á sjónvarpsskíggjanum. Hví?

Orsøkirnar kunnu vera fleiri. Tað kann antin vera at tú hevur skeiva antennu, ella at tú ikki hevur lisið frekvensirnar (týddirnar) inn frá tí sendaranum, sum tú nú skalt móttaka signal frá.

Nulstilla móttakaran sambært brúkaravegleiðing til móttakaran/flatskermin og les rásirnar inn av nýggjum. Um tú býrt í øki, har møguleiki er fyri at fáa signal frá fleiri sendarum, mælir Televarpið til at rásirnar verða lisnar inn manuelt. Tá fært tú brúk fyri yvirlitinum "Rásir og týddir"  Trýst her.

Um tú framvegis hevur "Intet signal", vinarliga kanna antennuviðurskiftini á nýggja bústaðnum.

Hví stendur "Ingen adgang - Ingen kort" á sjónvarpsskíggjanum?

Kanna fyrst at haldarakortið situr í móttakaranum, og um tað situr rætt í. Í flestu móttakarum skal kortið venda við baksíðuni upp (á baksíðuni er strikukota og kortnummar) og endin við flísuni fyrst inn.

Í onkrum føri krevst ávís kortseria til móttakaran, t.d. um móttakarin er av slagnum Digiality T-2001 CX. Ring til Televarpið á tel 340340 fyri at fáa nærri kunning tí viðvíkjandi.

Um kortið situr í einum CA-moduli í flatskíggjanum skal chippið venda ímóti forsíðuni á modulinum, soleiðis at strikukodan á tv-kortinum og modulinum eru á somu síðu. Strikukodan vendir inn ímóti skerminum, og chippið móti veggnum.

Í ávísum førum kunnu vera trupulleikar at fáa uppdaterað kortið í einum CA-moduli ella at fáa tað at virka saman við sjónvarpinum. Um so er ber til at fáa staðfest við t.d. at seta kortið í ein annan mótakara.

Hví stendur "Kortet har ikke rettigheder at dekode" á sjónvarpsskíggjanum?

Her eru tríggjar møguligar orsøkir:

1. Tað kann vera tí at rásin ikki er við í tí haldinum, sum tú rindar fyri. Rásinnihaldið í hvørjum pakka sær, er at síggja her.

2. Tað kann vera tí at haldarakortið ikki er dagført. Hetta kann standast av, at kortið ikki hevur verið brúkt í eina tíð, t.d. vegna eina ferð í útlandinum. Dagføring av kortinum fer í gongd, so skjótt móttakarin/flatskermurin verður tendraður. Vel eina av rásunum, sum er í tínum ráspakka (ikki galdandi fyri fríu rásirnar Rás 1 og SvF), og lat standa frá í uml. 30 min. Um ikki rásirnar tá síggjast, er 3. orsøkin møguliga uppá tal, ella kortið og móttakarin mugu kannast nærri. Ring til Televarpið á tel 340340 fyri at fáa fleiri upplýsingar.

3. Tað kann vera, at haldið er í eftirstøðu og at haldarakortið tískil er stongt. Ring til Televarpið á tel 340340, um ivamál er um inngjaldingar og eftirstøðu. Er kortið stongt, verður tað latið uppaftur, so skjótt eftirstøða er goldin.

Hvat kann eg gera tá fráboðan á skerminum sigur "Ugyldigt kort"?

Tá sigur skipanin frá, at kortið ikki er góðkent. Eitt mistak kann vera hend undir skrásetingini. Ring 340 340 og greið frá trupulleikanum.

Hvussu kanni eg antennusignalið?

Hevur tú upprunamóttakaran Force 1144T:
Trýst á 0, trýst OK og blaða niður til Information, trýst OK. Nú sæst signalstyrkin. Um styrkin er niðanfyri 76%, eru sannlíkindi fyri, at myndin er stirvin ella fryst. Kanna antennuviðurskiftini. Tað er eisini møguligt at signalið er ov sterkt. Tá er signalstyrkin heilt lág, um 20-30%. Tá verður dempilið sett í endan á antennukaðalinum og hareftir í antennustykkið í móttakaranum. Dempilið er at fáa í Televarpinum.

Hevur tú móttakara Force 320T:
Trýst á Menu, blaða niður til Indstil, trýst OK/Select. Blaða niður til Lister, trýst OK/select. Blaða niður til Modtagekvalitet, trýst OK/Select. Vel síðani frekvensin, sum tú vilt kanna við at nýta pílaknøttirnar runt OK/Select knøttin, og trýst á OK/Select fyri at síggja signalstyrkina. Gott signal er 98-100%. Minimum signal í hesum móttakara er uml. 80%.

Hevur tú móttakara v/harðdiski Topfield 5100 ella Topfield 5700:
Trýst á I-knøttin (beint undir 9 talinum á fjarstýringini), so sæst navnið á rásini, ið tygum hava valt til vinstru á skerminum. Longur ímóti høgru stendur frekvensurin, sum rásin liggur á, og uttast til høgru eru tvær strikur. Tann ovara strikan er gul og gongur yvir í reytt og tann niðara er gul og gongur yvir í blátt. Hesar báðar strikurnar umboða signalstyrki og signalkvalitet. Best er um hesar báðar fylla hvør sín teig heilt út.

Hevur tú móttakara Digiality T-2001: Trýst á reyða knøttin á fjarstýringini og upplýsingar koma fram, m.a. signalstyrki og hvørji týdd, rásin liggur á. Her eru tveir signal-indikatorar fyri styrki og kvalitet, men signalkvaliteturin er tann umráðandi. Minimum signal í hesum móttakara er 32%, og gott signal er 48-64%.

Hevur tú móttakara Handan 5001: Trýst Menu, vel Installation, síðani Søger kanaler. Markeraða linjan stendur ovast á linjuni Søgningstype, sum skal veljast til Manuelt. Tá kann man flyta niður á næstu linju og velja tað týdd (kanal), sum signalstyrkin skal kannast á. Niðast í rútinum síggjast tvey signaltøl fyri niveau og kvalitet, og bæði tølini eru omanfyri 90%, tá signalstyrkin er góð.

Hvat er gott antennusignal?

Byrja við at hyggja í yvirlitið: Í hesum bygdum/býum sæst Televarpið
- Trýst her


Vissa tær at møguleiki er at síggja Televarpið í bygdini/býnum, har tú býrt.

Fá til vega eina útiantennu, sum tekur rás 21 til 69 á UHF bandinum.

Eru fleiri móttakarar/sjónvørp, sum skulu taka signal frá somu antennu, er tað møguligt at tú fært brúk fyri einum antennuforstyrkjara.

Televarpið mælir til at brúka útiantennu heldur enn inniantennu.

Hevur tú ein av teim fyrstu móttakarunum. Force 1144T er hetta galdandi:

Kanna antennusignalið við at trýsta á "0",

trýst síðani á "OK",

píla niður á "Information",

og trýst so aftur á "OK".

Um styrkin er omanfyri 84% er signalið nøktandi.
Í summum førum kann signalið verða ov sterkt. Tá vísir signalindikatorin at signalstyrkin er niðanfyri 40%, hóast talan er um ov sterkt signal.

Tað kann hjálpast við at keypa eitt sokallað dempilið, sum verður sett ímillum antennustykkið í móttakaranum og hann-stykkið á kaðalinum. Síðani verður dempiliðið stillað til at dempa signalið júst so mikið, sum er neyðugt í hvørjum føri sær. Dempilið eru at fáa í Televarpinum í Hoyvík.

Ymisku sløgini av móttakarum vísa ymisk prosenttøl í signalstyrki. Her eru nøkur dømir:

Force 320T hevur gott signal á 98-100%.

Digiality T-2001 hevur gott signal á 48-78%.

Handan 5001 hevur gott signal á 96-98%.

At hava ov sterkt signal er einans aktuelt við fyrstnevnda móttakara, Force 1144T. Aðrir móttakarar hava signalstillaran innbygdan frammanundan.

Fara onnur øki í landinum at síggja seinni?

Nakrar broytingar verða gjørdar við sendinetinum í løtuni, men beinleiðis útbyggingar fara ikki fram í løtuni. Sí annars her hvørji øki kunnu móttaka signalið frá Televarpinum.

Hvørjar rásir deila pláss og nær?

Nickelodeon og VH1 deila pláss. Nickelodeon sendir frá kl. 05.00 til kl. 17.00 og VH1 sendir restina av tíðini.

Kann eg brúka mítt gamla sjónvarp til tann nýggja móttakaran?

Ja, øll sjónvørp kunnu brúkast til Televarpsmóttakararnar. Scart-kaðal at seta ímillum sjónvarp og móttakara fylgir við í eskjuni, tá nýggjur móttakari verður keyptur.

Til tey elstu sjónvørpini, sum ikki hava scart-inngang, er neyðugt við einum antennukaðali (RF-kaðal) at seta ímillum sjónvarp og móttakara ístaðin fyri scart-kaðalin.

Fleiri av teimum nýggjastu sjónvørpunum hava HDMI-inngongd í staðin fyri scart-inngang, her ber til at keypa kaðal við hmdi/scart at seta ímillum.